Brandur og FH tryggjaðu sær luttøku í Europa League

Brandur Olsen og liðfelagarnir vunnu tryggan sigur á niðurflutta Grindavík, og so endaði kappingarárið kortini væl

Tað hevur verið eitt misjavnt ár hjá føroyingafelagnum, FH í íslendsku kappingini í ár.

Serliga steypafinalutapið 0-1 móti Víkingi Reykjavík kom dátt við hjá hafnfirðingum, men tað endaði væl tá samanum kom. 

FH vann í dag í seinasta leikumfarinum á heimavølli á Kaplakrika leikvøllinum tryggan 3-0 sigur á gamla liðnum hjá René Shaki Joensen, Grindavík sum longu er flutt niður í næstbestu fótbóltsdeildina.

Steven Lennon legði FH á odda longu tá eitt korter var farið. Stutt inn í seinna hálvleik økti hann til 2-0. Talan var um 13. málið hjá Steven Lennon í pepsideildini hetta kappingarárið.

Brandur H. Olsen legði upp til triðja málið. Danski Morten Beck tók av hegnisligu sendingini frá Brandi, og stútaði bóltin í netið til 3-0. Tá var ein tími farin av dystinum.

Sigurin merkir, at FH endar á triðja plássinum í pepsideildini, og umframt bronsukrónur hava hafnfirðingar tryggjað sær pláss í Europa League undankappingini komandi kappingarár.

Gunnar Nielsen sat aftur á beinkinum hjá FH í dag, og hansara dagar í FH tykjast at verða taldir.

Kaj Leo í Bartalsstovu slapp ikki á vøllin tá lið hansara, Valur á heimavølli vann 2-0 á HK í seinasta leikumfarinum. Valur endaði á einum ta plássið, og sleppa ikki út í Evropa komandi kappingarár.

Keldur in.fo hevur í Íslandi siga, at í Vali eru tey ógvuliga heit fyri at tryggja sær núverandi høvuðsvenjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson sum høvuðsvenjara komandi kappingarár.

Endaliga støðan í pepsideildini: 

Pepsideildin
KR (M)22 dystir44:2352 stig
Breiðablik2245:3138
FH22 dystir40:3637 stig
Stjarnan2240:3435
KA2234:3431
Valur22 dystir38:3429 stig
Víkingur R. (S)2237:3528
Fylkir2238:4428
HK2229:2927
ÍA2227:3227
Grindavík2217:2820
ÍBV2223:5210