Heili 24 dystir verða í Europa League í kvøld. Talan er um fyrsta umfarið í bólkaspælinum, har trý norðurlendsk lið eru við. Tey eru FCK, AaB og HJK Helsinki.
Tvey av teimum norðurlendsku liðunum bresta saman í Parkini í Keypmannahavn. Har kemur HJK Helsinki á vitjan hjá FCK, sum hevur nýklakta føroyska landsliðsleikaran, Brand H. Olsen, við í hópinum.
Eisini Gilli Sørensen er við í hópinum hjá donsku meistarunum úr AaB, sum spælir á útivølli ímóti rumenska stórfelagnum Steaua Bukarest.
Dysturin hjá FCK byrjar kl.18.00, meðan tann hjá AaB byrjar kl.20.05. Báðir dystirnir verða vístir í donskum sjónvarpi - hin fyrri á Canal 9 og hin seinni á TV3 Sport 1.