Brøðurnir Tróndur og Brandur Enni spæla tónleik í Stóra Pakkhúsi í Vági leygarkvøldið.
Byrjað verður kl. 22.00 . Stóra Pakkhús er tó opið frá kl. 21.00.
Umframt kaffi, te, øl, vín og sodavatn, fæst eisini lættari ábit og okkurt omaná til keyps.
Tiltakið er tað fyrsta í røðini av tónleikatiltøkum í Stóra Pakkhúsi í heyst. Millum annað
fær Stóra Pakkhús 11. september vitjan av trubadurunum Johan Piribauer úr Laplandi
og Per Warning úr Danmark - hetta tiltakið er í samstarv við Norðurlandahúsið. Annars
fara tónleikarar úr Suðuroynni at spæla í Stóra Pakkhúsi leygarkvøld í bæði september, oktober og í november.