Brandur: Ótrúliga stoltur

18 ára gamli Brandur H. Olsen er til reiðar at dystast millum stóru dreingirnar

Lars Olsen boðaði á tíðindafundi í dag frá, at 18 ára gamli Brandur Hendriksson Olsen verður millum ellivu teir fyrstu, tá Føroyar í annaðkvøld taka móti Ungarn í EM undankappingardysti.

 

Hoyr samrøðuna við Brand H. Olsen við at trýsta á pílin á myndini

 

- Tað er feitt. Eg eri ótrúliga stoltur og gleði meg at sleppa at hjálpa liðnum, sigur Brandur H. Olsen við Rás2 í dag.

 

Les eisini: Brandur byjar inni

 

Hóast Brandur er ungur, so blívur hann ikki fjálturstungin av støðuni.

 

Les eisini: Fróði tekur ikki brotsspark í morgin

 

- Tú blívur ikki nervøsur, men heldur spentur. Sum fótbóltsspælari, so hjálpur tað einki at blíva nervøsur, so eg blívi meira spentur, sigur Brandur, sum til dagligt spælir við danska felagnum FCK, har hann júst hevur gjørt ein trý ára sáttmála.

 

Les eisini: Hans Jørgen farin heim

 

Lars Olsen sigur, at Brandur kemur at spæla sum tann fremsti av teimum trimum á miðvøllinum. Tað er ein leiklutur, sum dámar skálvíkinginum væl.

 

- Tað passar mær væl. Tað er mín favorittleiklutur á vøllinum. Í FCK spæli eg eitt sindur longri afturi á vøllinum. Har hava vit tveir sentralar á miðjuni og eg eri tann framrættaði av teimum, geiðir Brandur frá.

 

Hóast Brandur er lítil av vøkstri í mun til onkrar av teimum stóru spælarunum, so ræðist hann ikki uppgávuna.

 

- Eg ræðist ikki at spæla móti hinum. Eg eri ikki av størstu monnum, men mín styrki er á bóltinum, so tað hugsi eg ikki so nógv um, sigur Brandur H. Olsen at enda.

 

Rás2 sigur frá landsdystinum millum Føroyar og Ungarn, sum verður á Tórsvølli í morgin klokkan 19:45.