Brandur skoraði í brotssparks kapping

Brandur H. Olsen var ísakaldur, tá FCK vann á Randers í fjórðingsfinaluni í donsku steypakappingini

Besta liðið hjá FCK er víðari til hálvfinaluna í donksu steypakappingini, eftir at teir vunnu 5-4 í brotssparkskapping. Brandur H. Olsen bleiv skiftur inn fyri at skjóta í brotssparkskappingin. Tað gjørdi hann trygt.

 

Einki mál kom í vanligari spælitíð í fjórðingsfinaluni. Tá 118 minuttir vóru farnir, og bara ein restaði í til brotssparkskapping, skifti Ståle Solbakken føroyska stjørnuskotið, Brand Hendriksson Olsen, á vøllin.

 

Donsku viðmerkjarnir mettu, at tað var ein djørv avger at seta ein 19 ára gamlan mann á vøllin at skjóta brotsspark. Brandur var ísakaldur frá ellivu metrum og sendi bóltin til sína vinstru og í mál. Málverjin valdi røttu síðu, men náddi ikki út til bóltin.

 

Bæði FCK og Randers brendu fimta brotssparkið, meðan Randers eisini brendi sætta og avgerandi brotssparkið. FCK er víðari til hálvfinaluna.