Brandur í spennandi verkætlan í Svøríki

Brandur Enni er júst komin heim, eftir at hann hevur verið á spennandi tónleikaferð í Svøríki.Hann er við í spennandi verkætlan, ið møguliga endar við, at ein fløga kemur út hjá útlendskum útgávufelag

Dagfinn Olsen
[email protected]

Eg finni Brand Enni á Tvøroyri. Inni hjá systrini sita hann og mamman. Brandur í myrkamorreyðari troyggju. Ùti er kalt og nakað av vindi. Inni er móttøkan hjartalig og sum heild er alt sum í einum vanligum føroyskum heimi ein hósdag seint seinnapart í oktober.
Men tó er ein lítil munur, tí hóast Brandur tykist hava bæði bein á jørðini, so er hann óivað spentur innast inni. Hann er júst komin aftur úr Svøríki, eftir 14 dagar í Stockholm. Hetta var onnur ferðin í Svøríki farna árið og hetta var fyrsta ferðin, hann var burtur einsamallur.
Tónleikasamstarv
Brandur er komin við í spennandi verkætlan í Svøríki. Tað snýr seg um, at hann kemur inn í upptøkuhølini á morgni og saman við øðrum skal hann so royna at skriva, framleiða og taka upp eitt lag tann dagin. Tá kvøldið er komið, er so vónandi ein sangur komin burturúr.
Fyri fyrst eru 7 løg komin burturúr. Ætlanin hjá útgávufelagnum er, at eini 2 ella 3 løg standa mát, so tey kunnu nýtast at fara út í tónleikafrumskógin við, og vónandi er so eitt plátufelag, ið vísir teimum áhuga.
Spennandi samstarvið kom í á einum evnisdegi í Havn, har Brandur kom í samband við fólk, ið seinni førdu hann til hesa verkætlanina, tí tey mettu hann hava evnini.
Fyrsta ferðin hjá Brandi úti í heimi á egnum beinum gekk væl. Á fyrru ferðini var Steintór Rasmussen við, men hesaferð mátti Brandur sjálvur t.d. finna jarnbreytarstøðina og ikki minst røttu tokini. Hann hevði innivist hjá einum pensjonistaparið, ið tók sær væl av honum, tá hann troyttur kom heim seint á kvøldi. Konan var sangarinna og maðurin lækni.
Nærum hvør dagur hevði nýggjar avbjóðingar, nýggj fólk, nýggjar framleiðarar og nýggj upptøkuhøli við sær.
Tár
Nógvir sangir hava sæð dagsins ljós hesar dagarnar og vit seta okkum við fløguspælaran at hoyra tveir teirra. Ein vaksin og búgvin Brandur Enni, ið syngur popp, sum hann skal ljóða í dag, og eisini eitt lag, ið er í tyngra endanum av poppinum.
Mamman kann ikki lata vera, men má siga frá, tá Brandur ringdi heim úr Svøríki og sang fyri henni lagið Yellow and Green. Eitt lag, hann skrivaði, eftir at hava sæð eitt blað, ið var dottið av einum træ, og hevði eyðkendu heystlitirnar. Og tað var ein mamma, ið var rørd til tár, ið hoyrdi vakra sangin frá soninum.
Og eftir at vit hava hoyrt tvær frálíkar framleiðslur á fløgu frá ferðini í Svøríki, setist Brandur við guitara og vit fáa m.a. at hoyra Yellow and Green. Ein vakur sangur, ið hevur heystkenslur við sær.
Og Brandur er væl nøgdur, tí sum hann sjálvur sigur, so er hetta spennandi og Brandur hevur sjálvur ávirkan.
Góð fólk
Brandur er komin millum góð fólk í Svøríki. Onkur av sangskrivarunum og framleiðarunum hevur skrivað sangir til Joe Cocker og onnur kend nøvn.
Enn er ilt at siga, hvat stendst av spennandi verkætlanini, sum Brandur er við í, men meðan eg sigi farvæl og eri á veg omin í bilin, hugsi eg við mær sjálvum, at Brandur er enn ein dugnaligur unglingi, ið er á veg. Ongin ivi um tað.