info
Ongi úrslit

Brandur til stórt danskt felag

Brandur Halgirsson er fluttur úr H71 til Ajax København, ið ætlar sær upp í fremstu deildina sum skjótast

Sjúrður Hildarson Hoydal
21. august 2019 kl. 17:10
Ungi Føroyski landsliðsleikarin, Brandur Halgirsson hevur skrivað sáttmála við Ajax København, ið spælir í næstfremstu donsku deildini í hondbólti Ungi bakkurin og verjuserfrøðingurin spældi í H71 farna kappingarár, eftir at hann hevði verið nøkur ár í ungdómsdeildini hjá týska stórfelagnum, Flensburg-Handewitt. Nú roynir hann seg aftur uttanlands, og nýggja felagið hevur uppflyting í bestu donsku deildina sum mál. Har eru eisini kend nøvn á Ajax-liðnum. Ítrottarstjóri er fyrrverandi danski landsliðsleikarin, Daniel Svensson, sum gavst at spæla vegna sjúku fyri nøkrum árum síðani. 20 ára gamli Brandur Halgirsson fær eisini sera royndar liðfelagar. In.fo hevur ikki fingið váttað hópin hjá Ajax fyri hetta kappingarárið, men seinasta kappingarár spældi eitt nú tvífaldi danski evropameistarin, Kasper Nielsen á liðnum, eins og grønlendski profilurin Minik Dahl-Høegh er eyðsýndur.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir taptu annan dystin á rað

3 tímar síðan
Hondbóltur

Valur og Stjarnan vunnu

4 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV megnaði ikki at tryggja sær bronsuna í kvøld

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian mundi fingið skaða av grovari takkling

5 tímar síðan
Hondbóltur

Níggju føroysk mál vóru skotin í heimasigri hjá HF Karlskrona

5 tímar síðan
Tíðindi

Innflutningurin farin upp um 12 milliardir krónur

5 tímar síðan
Fótbóltur

Vendsyssel FF hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

6 tímar síðan
Tíðindi

Elsti dani nakr­an­tíð var lim­ur í danska nazista­flokkinum

6 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: EB mátti lúta fyri Kyndli í høllini á Eiði

6 tímar síðan
Tíðindi

Annar sigurin á rað hjá Skuru

7 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin fótbóltur í Vági í morgin

7 tímar síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd vís­ir akr­ar á goml­um hav­botni í Niður­londum

7 tímar síðan