Brandur totalt tendraður

(Ljóðsamrøða) Tað er ongin vandi fyri, at Brandur H. Olsen ikki er tendraður til dystin í kvøld

Brandur Hendriksson Olsen er “totalt tendraður” til landsdystin í kvøld móti Norðurírlandi. Hann hevur ikki fingið so nógva spælitíð í FCK hetta kappingarárið, so nú gleðir hann seg til landsdystin móti Norðurírlandi.

 

Hoyr samrøðuna við Brand H. Olsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg eri totalt tendraður. Eg havi ikki spælt so nógv í FCK, so gleði meg at fáa ein altjóða dyst í beini, sigur Brandur H. Olsen, sum fekk væl fleiri møguleikar á FCK liðnum farna kappingarár.

 

Les eisini: Sonni Ragnar greiðir frá síni støðu

 

- Tað gekk væl í seinnu hálvu í farna kappigarár, har eg fekk fleiri møguleikar, men nú hava teir keypt fleiri nýggjar spælarar. Tað eru spælarar, sum eru dugnaligir og hava altjóða royndir. Eg ætli mær at vinna mítt pláss aftur og haldi áfram at venja, sigur Brandur víðari.

 

Les eisini: Norðurírski landsliðsvenjarin vil ikki hoyra talan um umberingar

 

Brandur heldur ikki tað er nakar trupulleiki, at liðið má skifta út í verjuni.

 

- Vit hava fleiri góðar spælarar, so maður kemur í mans stað. Tað verður ongin trupulleiki, sigur Brandur.

 

Les eisini: Lars sent Hanus heim

 

Skálvíkingurin ræðist ikki trýstið, sum kemur við at hava vunnið á Grikkalandi tvær ferðir.

 

- Vit hava lagt hatta trýstið á okkum sjálvar við at vinna á Grikkalandi, so tað er bara positivt. Vit gleða okkum og enn eina ferð er tað útselt. Seinast gekk tað væl, so vónandi gongur tað eins væl hesaferð, sigur Brandur H. Olsen.

 

Les eisini: Gilli er klárur aftur

 

19 ára gamli miðvallarin væntar, at føroyska liðið má tillaga seg nakað til ágrýtnu norðurírarnar.

 

- Teir hava eitt fysiskt sterkt lið. Seinast komu teir við fullari ferð og høgari leikferð. Vit mugu royna at spæla okkara spæl og vera fyrireikaðir uppá, at teir koma við fullari ferð. Tað kann broyta okkara spælitíð, at teir eru so ágrýtinir í trýstinum. Vit mugu kanska spæla nakrar longri bóltar enn vanligt, men royna at spæla okkara spæl, sigur Brandur H. Olsen.

 

Les eisini: Lars hevur sett liðið í høvdinum

 

Landsdysturin millum Føroyar og Norðurírland verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45. Bæði In.fo og Rás2 hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.