Íslandska landskappingin byrjaði um vikuskiftið. Í gjár vann FH 2-0 á HK úr Kópavági, meðan íslendsku meistararnir úr Vali spældu javnleik 3-3.
Allir tríggir føroyingarnir í FH byrjaðu inni í dystinum móti Handknattleiksfélag Kópavogs, og allir fingu ein leiklut. Gunnar Nielsen vardi fyri, tá gestirnir høvdu nakrar royndir, meðan Jákup L. Thomsen átti hegnisligt upplegg, tá FH kom á odda.
Í seinna hálvleiki vísti Brandur Hendriksson seg fram, tá hann við skoti frá miðjuni økti til 2-0. Hann sá at málverjin stóð langt frammi á vøllinum og sendi bóltin allan vegin í málið. FH vann dystin 2-0 og allir føroyingarnir byrjaðu inni.
Síggj málið í samandráttinum hjá “Sportpakkin” við at trýsta HER
Kaj Leo í Bartalsstovu byrjaði inni í fyrsta landskappingardystinum fyri nýggja felagið, íslendska meistaraliðið Valur. Tað bleiv til ein 3-3 javnleik móti Víkingi Reykjavík. Gøtumaðurin kom ikki á máltalvuna, men hann fekk ársins fyrsta gula kort hjá Vali.
Somu lagnu fekk René Shaki Joensen, sum saman við Grindavík tapti 2-0 á heimavølli móti Breiðablik. Havnarmaðurin spældi fyrstu 81 minuttirnar á vøllinum. Samanlagt bleiv tað til fýra føroysk stig í trimum royndum í fyrsta umfari í landskappingini á hesum sinni.