Mált eftir málum hevur Brandur Hendriksson fingið eina góða byrjan í íslendska FH, har føroyski landsliðsleikarin í kvøld skeyt sítt triðja landskappingarmál seinastu fýra dystirnar.
FH hevði vitjan av Fylkir. Gestirnir vóru á odda 1-0, men við einum máli fáar minuttir inn í seinna hálvleik syrgdi Brandur Hendriksson fyri, at FH fekk eina stigið umvegis ein 1-1-javnleik.
Gunnar Nielsen var sum vant í FH-málinum, og báðir føroyingarnir spældu allan dystin.
Við einum sigri kundi FH lagt seg einsamalt á odda í Pepsi-deildini, men ístaðin eru nú trý lið jøvn á fremsta plássi. Tey eru FH, Breiðablik og Grindavík við René Shaki Joensen í hópinum.