TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi í Mixed Zone við unga Brand Hendriksson Olsen, sum veruliga var ein "brandur" á føroyska miðvøllinum í kvøld.
- Vit eiga at verða stoltir av hesum avrikinum, er avgjørda meiningin hjá Brandi Hendrikssyni Olsen.
Tróndur Arge spyr eisini unga skálvíkingin inn til støðuna, har hann fintaði ein ungarskan spælara á dyntilin við at traðka á bóltin, sum var eitt av teknisku hæddarpunktunum í dystinum í kvøld.