Í dag vóru OL-hálvfinalurnar í fótbólti hjá monnum avgreiddar í Brasil.
Vertslandið, Brasil dansaði seg gjøgnum hálvfinaluna við einum knúsandi 6-0 sigri á Honduras. Longu aftaná 14 sekund var Brasil á odda, tá Neymar skoraði skjótasta málið í OL-søguni. Neymar fekk eisini seinasta orðið, tá hann við brotssparki ímóti dystarenda skoraði til 6-0. Gabriel Jesus skoraði til 2-0 og 3-0. Marquinhos skoraði til 4-0, og Luan skoraði til 5-0.
Týskland hevði tað ikki líka lætt í sínari hálvfinalu, men teir vunnu uppiborið 2-0 ímóti Nigeria. Lukas Klostermann legði Týskland á odda 1-0, tá bert níggju minuttir vóru leiktir. Heilt ímóti dystarenda staðfesti Nils Petersen sigurin fyri Týskland.
Í finaluni fær Brasil høvið at hevna eyðmýkjandi 1-7 HM hálvfinalutapið ímóti Týsklandi í HM-endaspælinum í 2014, sum eisini var í Brasil. Tað tapið hevur riðið Brasil, sum ein stór marra. Bert HM-finalutapið ímóti Uruguay í 1950 hevur verið ein størri marra í brasilsku fótbóltssøguni. Tað tapið var eisini á heimavølli.
Hvørki Brasil ella Týskland hava áður vunnið olympisku fótbóltskappingina fyri menn.