Brasil í finaluni

Brasil er í Confederations Cup finaluni, eftir at teir í kvøld vunnu 2-1 á Uruguay. Paulinho skoraði avgerandi málið fáar minuttir fyri tíð.

 

Vertstjóðin fyri Confederations Cup kappingini, Brasil, verður annar parturin av finaluni. Brasil vann í kvøld 2-1 í tøttum dysti móti Uruguay, sum millum annað brendi brotsspark í dystinum.

 

Fred legði Brasil á odda stutt fyri hálvleik, tá Neymar fór tuskaði avstað í vinstru og fekk lagt bóltin innfyri til framherjan, ið skoraði.

 

Seinni hálvleikur var bara tríggjar minuttir gamal, tá Edinson Cavani eftir trunkaspæl í brotsteiginum, fekk fótin á og javnaði.

 

Bara fýra minuttir restaði í, tá avgerðin fall. Neymar sendi hornaspark innfyri og har var Paulinho hægstur og stútaði bóltin í málið til 2-1.

 

Brasil er nú í Confederations Cup finaluni. Hin hálvfinalan verður í annaðkvøld millum Spania og Italia.

 

Confederations Cup 2013:

Brasil – Uruguay 2-1(1-0)

1-0 Fred, 41

1-1 Edinson Cavani, 48

2-1 Paulinho, 86

 

Brasil:(4-3-3)

Julio Cesar - Dani Alves, Thiago Silva, Luiz, Marcelo - Oscar (Hernanes 72), Gustavo, Paulinho - Fred, Hulk (Bernard 64), Neymar (Dante 90).

Á bonkinum: Jefferson, Fernando, Lucas Moura, Filipe Luis, Jean, Rever, Jo, Jadson, Cavalieri.

Gul kort: Luiz, Gustavo, Marcelo.

 

Uruguay:(4-3-3)

Muslera - Lugano, Godin, Caceres, Maxi Pereira - Rodriguez, Arevalo Rios, Gonzalez (Gargano 83) - Forlan, Suarez, Cavani.

Á bonkinum: Castillo, Coates, Pereira, Eguren, Hernandez, Aguirregaray, Lodeiro, Perez, Ramirez, Silva.

Gul kort: Cavani, Gonzalez.

Áskoðarar: 60,000

Dómari: Enrique Osses (Kili).