Brasil kann rúka út í dag

Í dag byrjar seinasta umfar í bólkaspælinum í HM

Í dag byrjar seinasta umfar í bólkaspælinum í HM. Øll liðini hava leikt tveir dystir hvør og í dag skulu bólkur A og B avgerast.

 

Bólkur A 

Í bólki A er einki avgjørt. Tað vil siga næstan einki. Tað einasta vit vita við vissu er, at Kamerun ikki kemur víðari.

&nb

Brasil3-14
Meksiko1-04
Kroatia5-33
Kamerun0-50

Í kvøld spælir Kamerun móti Brasil og Kroatia móti Meksiko.

 

Brasil, Meksiko og Kroatia hava øll trý lagnuna í egnum hondum og vita, at við einum sigri eru tey tryggjaði víðari luttøku í kappingini.

 

Hjá Brasil og Meksiko er ein javnleikur eisini nokk, meðan Kroatia í so fall má seta sína vón á, at Kamerun vinnur móti Brasil.

 

Taparin av dystinum millum Meksiko og Kroatia er liðugur í HM, meðan eitt tap fyri Brasil móti Kamerun kann kosta teimum víðari luttøku í HM. Hetta hendir, um Meksiko og Kroatia spæla javnt, ella um Meksiko tapa við tveimum málum færri móti Kroatia, enn Brasil tapa móti Kamerun.

 

Bólkur B

Meðan so gott sum einki er avgjørt í bólki A, so er lítil spenningur eftir í bólki B. Holland og Chile eru tryggjaði víðari luttøku, meðan hvørki Spania ella Avstralia hava møguleika at leika seg víðari til næsta umfar.

 

Holland8-36
Kili5-16
Avstralia3-60
Spania1-70

  

Í kvøld spælir Holland móti Kili og Avstralia móti Spania. Spenningurin í hesum bólkinum snýr seg um, hvør endar nummar eitt og tvey. Nummar eitt í hesum bólkinum skal spæla móti nummar tvey í bólki A í næsta umfari, meðan nummar tvey her skal spæla móti nummar eitt í bólki A.

 

Dystirnir í dag eru soleiðis:

kl 17.00 spæla Avstralien – Spania og Holland – Kili

kl 21.00 spæla Kamerun – Brasil og Kroatia – Meksiko