Brasilski forsetin, Luiz Inácio Lula da Silva, sigur, at tollbrævið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, kann ikki góðtakast.
Í einari røðu til landsins íbúgvar rópar hann tollbrævið "útpressing" og sigur, at Brasilia fer at brúka allar lógligar møguleikar til tess at verja búskaparligu viðurskifti landsins.
- Um neyðugt, fara vit at brúka allar løgfrøðisligar møguleikar at verja okkum, sigur hann í røðuni.
Amerikanski forsetin hevur hótt við at leggja 50 prosent toll á vørur, sum USA keypir úr Brasilia, og hetta kunngjørdi Donald Trump hin 9. juli.
Tá segði amerikanski forsetin eisini, at hetta verður sekt til Brasilia fyri tað, hann rópti heksajaktina móti fyrrverandi brasilska foretanum, Jair Bolsonaro.