Eftir kappingarársenda í ár stóð greitt, at maðurin, ið sum venjari hevur vunnið greipuna tvey ár á rað við neistakvinnum, danski Flemming Raben, ikki heldur fram í starvinum.
Í kvøld kunnger Neistin, at avloysarin hjá Flemming Raben er funnin. Í komandi kappingarári verður tað 35 ára gamli brasiliumaðurin, Danilo Gagliardi, ið yvirtekur venjarasessin. Tað skrivar felagið á heimasíðu síni.
Neistin.fo skrivar, at brasiliumaðurin er í Føroyum hesa vikuna, har hann kunnar seg um umstøðurnar. Í gjár hevði brasilski venjarin eisini sína fyrstu venjing við sínum nýggja liði.
Nýggi venjarin er ikki hvør sum helst, tí at seinastu árini hevur hann verið partur av venjaratoyminum hjá brasilska kvinnulandsliðnum, sum so seint sum í 2013 gjørdist heimsmeistari í hondbólti.
Brasilski venjarin byrjar í starvinum í august, tá ið hann flytir til Føroya saman við konu síni. Stórar avbjóðingar eru fyri framman, tí at í komandi kappingarári skulu neistakvinnur, sum hava vunnið føroyameistaraheitið í kvinnuhondbólti 41 ferðir, út at spæla í Evropa. Felagið hevur meldað seg til evropeisku kappingina hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF.