Brasiliumaður vann EM

Marcos Senna, sum í bæði EM og í sponsku la Primera hevur imponerað við støðugt góðum spæli, skrivaði søgu, sum fyrsti brasiliumaðurin, ið hevur vunnið EM-heitið í fótbólti. Senna er nevnliga upprunaliga úr Brasil, men hann er síðani naturaliseraður, soleiðis at hann nú hevur spanskt stempul í passinum. Og tað er ein avgerð, sum allir spaniólar í dag munnu fegnast um.