Barbara Brauer, Neistin, hevur skotið eina rúgvu av málum higartil í landskappingini. Í gjár skeyt hon 10 av málunum, tá VÍF tapti í høllini á Hálsi Neistin greiddi sína skyldu. Bláu havnargenturnar vilja fegnar bjóða ovastu liðunum av, og sigurin á Tjaldrinum í farnu viku staðfesti, at tær eru førar fyri tí.
Nú vann Neistin 30-23 á VÍF. Hálvleiksstøðan var 15-12.
Barbara Brauer var aftur mest eyðsýnd hesaferð, og hon var toppskjútti.
Áðrenn kvinnurnar úr Vestmanna fingu fótin fyri seg, var heimaliðið á odda 7-1. Tá vóru gott og væl 10 minuttir spældi.
Gestirnir komu ongantíð aftur, og tí var leiðslan ongantíð í vanda.
Neistin ? VÍF 30-23 (15-12)
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen
10 min.: 7-2
20 min.: 11-8
40 min.: 19-14
50 min.: 25-17
Neistin: Barbara Brauer 10 (3), Jacklin Djurhuus 5, Bára Hansen 3 (2), Elin Holm 3, Birita Wardum 3, Katrin á Neystabø 2, Marjun Danberg 2, Rakul Magnussen 1.
VÍF: Liljan Djurhuus 6 (5), Agnar Olsen 6, Tóra Seloy 3, Elisa Leo 2, Rakul Joensen 2, Torgunn Johansen 2, Marita á Rógvi 1.
Útvísingar: Neistin 2 ? VÍF 3