info
Ongi úrslit

Bravo, Annika

Vit hoyra dag og dagliga um íverksetan og ársins ditt og datt men sera sjálvdan sær tú nakar veruligar framleiðslur sum hava longri lív lagað koma burtur úr hesum.

Johan Mortensen
17. november 2023 kl. 10:38

Kortini er tað ein sum í nógv ár hevur skarað framúr við kreativiteti og nýggjum framleiðslum nevniliga Annika Waag á Føroya Bjór. Annika er uttan iva besti og mest kreativi bryggjari her á landi og hon hevur eitt sera vakið eyga fyri møgulleikunum í okkara náttúru við at nýta bæði  urtrar, korn, tara osfr., og hon eigur nógvar spennandi framleiðslur hjá Føroya Bjor seinastu árini.
Aftur til hesi jól hevur hon kreerað ein Jólasnaps við vistfrøðisligum kryddi og fleiri føroyskum urtrum.
Tað sigst at Jagermeister hevur 56 ymsar urtur og Underberg 43 sløg av urtrum í sinum framleiðslum og tað verður dult sum mansmorð hvørjar hesar urtrar eru.
Hvussu nógvar føroyskar urtrar Annika hevur í sinum jólasnapsi er ikki til at siga og tað verður sjálvandi dult,  men haldi eg meg kenna fleiri, stuttligt er at smakka og gita ! Tað er hugaligt at Annika hevur megnað so hegnisliga at fáa fleri føroyskar urtrar at balancera í jólasnapsinum.
Hóast Annika kallar hann jólasnaps, so er hann ikki «snapsutur» við doyvandi alkoholsmakki, men hann er rundur, mildur, aromatiskur, sera vælsmakkandi og so er hann lagraður í Bourbon føtum sum gevur honum eyðkenda heita gula litin og við nógvum bourbon notum.
Føroya Bjór Jólasnapsurin verður uttan iva at síggja á mongum jólaborðum umframt at hann er eitt sera gott jólagávu hugskot. Tað er avmarkad nøgd framleidd verður kunnað fra Føroya Bjór.

Johan Mortensen

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Óli er valdur á vikuliðið

2 tímar síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjór­in í Fjar­hita­felag­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Vit tapa ikki kríggið men vit missa fólk

3 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: PSG vann á FC Barcelona

3 tímar síðan
Fótbóltur

Loksins fekk Grimsby aftur stig í League Two

4 tímar síðan
Tíðindi

Marin Kristina í Dali er útbúgvin serlækni

4 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: H71 vann sjeynda sigurin á rað

4 tímar síðan
Tíðindi

Sleppa undan heilsu­trygdar­gjaldi – men hvør rind­ar rokningina?

5 tímar síðan
Tíðindi

Høgni Johannesen í Betesda mikukvøldið

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Løgtingið ímóti kommununum

5 tímar síðan
Fótbóltur

Ovara endaspælið: HB vann stórsigur á Skála ÍF

5 tímar síðan
Tíðindi

48 nýggj vinnustykki liðug á Ovara Hjalla

5 tímar síðan