Tað var gleðiligt at síggja, at so nógv fólk høvdu leitað sær niðan í Norðurlandahúsið síðsta sunnudag at lurta eftir Føroya Symfoniorkestri. Gleðiligt, serliga tí konsertin var á so høgum støði. Havi ikki hoyrt so nógvar konsertir við orkestrinum seinnu árini, men fólk, ið hava hoyrt flestu konsertinar, vildu vera við, at hetta var tann besta nakrantíð. 5. symfoni eftir Tjajkovskij og Klaverkonsert nr. 2 eftir Sjostakovitj á somu konsert er ikki hvørsmansføri.
Tjajkovskij er størsta romantiska tónaskald russa. Hansara symfoniir eru sera nógv spældar í dag, men tað var sannilga ikki so, tá ið tónaskaldið livdi. 5. symfoni var serliga illa lýdd í fyrstani. Tað er torført at skilja í dag, nú hendan helst er mest spælda symfoniin hjá Tjajkovskij.
Symfoniin byrjar við einum motivi við homofonum fylgispæli. Hetta motiv fer ígjøgnum nógvar og umfatandi broytingar. Tað er syrgið í moll og heroiskt í dur. Tað valsar. Tað er við øðrum orðum ílatið alskyns klæði. Fylgisveinar eru bæði statisk homofoni og leikandi polyfoni.
Tónaskøld á norðaru hálvkúlu hava eina serliga trongd og evni at skapa myrkar klangir, og er Tjajkovskij einki undantak í somáta. Fyri at fáa myrka tónan fram nýtir Tjajkovskij tey væl-kendu amboðini so sum strúkarar, ið spæla á teimum djúpu streingjunum, og djúpar messingklangir. Men romantisk tónaskøld, eitt nú Schumann, Mahler, Sibelius og Tjajkovskij, nýttu eisini tvær klarinettir, ið spæla unisont í tí lága tónalagnum. Hetta gyklar fram ein sera melankolskan klang. Skal hetta eydnast, krevur tað sera góðar tónleikarar. Í støðum, har spælt var piano, komu klarinettspælararnir væl frá sínum leikluti, men tá ið spælt varð forte fór intonatiónin eitt sindur út av lagi.
Páll Sólstein spældi stóru hornsoloina í 2. satsi sera væl. Hann hevði skilt hvønn einstakan tóna, og fekk alt tað burturúr nótunum, sum tónaskaldið hevur ætlað. Vit eiga nógvar framúr tónleikarar, ið virka uttanlands. Stutttligt hevði verið at hoyrt Annu Klett spælt við á slíkari konsert. Týdningarmikið er at nýta tað besta vit eiga, og harímillum telist hon saman við øðrum.
Síggja vit burtur frá nøkrum fáum lýtum, kom orkestrið sum heild sera væl frá hesum megnarverki. Tó skaraðu messingblásararnir framúr.
Klaverkonsert nr. 2 eftir Sjostakovitj er eitt sera lætt og ikki sørt ungdómskent verk. Kanska tí, at konsertin er skrivað til endaligu próvtøkuna hjá 19 ára gamla soni hansara á konservatoriinum í Moskva.
Jóhannes Andreasen var solistur, og var hetta ein framúr góð framførsla. Sera góð rútmukensla í 1. og 3. satsi. Hóast orkestrið haltaði eitt sindur í 7/8 parts rútmuni í 3. satsi, nervaðist spælið hjá Jóhannes ikki av hesum. Fleiri av tónleikarunum hava helst ongantíð spælt 7/8 part rútmu áður.
2. satsur er sera lýriskur. Her fekk Jóhannes ein magiskan stemning fram, við síni stóru kenslu fyri klangi. Hetta hevur hann víst so ofta áður. Serliga legði ein merki til, at hann hevði lært seg konsertina uttanat. Helst út frá tankanum um at nótar er eitt amboð til innlæring. Tá ið ein hevur lært alt uttanat, kann arbeiðið við tónleikinum, og byrja av álvara. Tó hevði Jóhannes bert knapt tveir mánaðar at læra konsertina. Til hetta arbeiðið nýta solistar úti í stóru verð millum eitt og tvey ár. Hetta sigur nógv um umstøðurnar hjá tónleikarum her heima, ið vilja vera verandi á høgum listarligum støði. Tað er alskurin til tónleikin, ið drívur verkið. Jóhannes hevur stóra tøkk uppiborna fyri stríðið. Úrslitið var ein fragd fyri oyrað.
Tað eru nógvar umstøður, ið skulu vera til staðar fyri at skapa eina góða konsert. Ein treyt er ein góður orkesturleiðari. Ein góður orkesturleiðari skal duga væl at leggja venjingarætlan til rættis. Hann skal hava drívmegi, karisma og duga at sláa takt. Tað síðsta er tað einasta hann kann læra. Allar hesar eginleikar hevur Bernharður Wilkinson. Bernharður dugir sera væl at fáa tónleikin at liva og anda. Tað eydnaðist honum eisini væl at fáa Jóhannes at spæla frítt, og fáa orkestrið at fylgja solistinum. Hetta sýntist lætt, men er tó sera torført. Hansara drívmegi og karisma hoyrist aftur í spælinum. Hann fekk orkestrið til meira enn bert at spæla nótarnar. Hann fekk tey at "spæla tónleik".
Tað stóð í skránni, at Bernharður bert var komin til Føroya í eina tíð. Vónandi verður henda tíðin long, og vónandi fer Bernharður Wilkinson at verða tætt knýttur at Føroya Symfoniorkestri í framtíðini.
Ouvertura: Sjostakovitj
Klaverkonsert nr. 2: Sjostakovitj
Symfoni nr. 5: Tjajkovskij
Solistur: Jóhannes Andreasen
Orkesturleiðari: Bernharður Wilkinson