Bilarnir sum vórðu ummældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 31. oktober vóru ein Hyundai i30 við 1,4 litra bensinimotori við 109 hk, ein Fiat Bravo við 1,9 litra dieselmotori. Báðir eru teir spildurnýggir hatchback við fimm hurðum.
Fyrri bilurin var ein Hyundai i30, ið er ein heilt nýggjur bilur, har serligur dentur er lagdur á komfort, góðar koyrieginleikar og kappingarførar prísir.
Hyundai i30 fæst við trimum ymiskum bensin og tveimum dieselmotorum. Bensinmotorarnir eru 1.4 við 109 hk, 1.6 við 122 hk og 2.0 við 143 hk. Dieselmotorarnir eru báðir 1.6 CRDi við ávikavist 90 hk og 115 hk.
Talan er um ein rúmligan og væl innrættaðan 5-persónabil. Viðførisrúmið er 340 litrar og kann víðkast til 1250 litrar við at leggja baksetrini niður.
Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, var ein 1,4 bensin (109 hk) sum kostar kr. 185.750, ið er tann bíligasta útgávan. Hyundai i30 kann síggjast og roynast hjá Norðbil við Oyggjarvegin.
Fiat Bravo
Seinni bilurin varð ein Fiat Bravo, sum eisini er ein hatchback við fimm hurðum og góðum plássi til fimm ferðandi. Viðførisrúmið er 400 litrar og við baksetrunum niðri verður tað 1.175 litrar.
Bravo fæst við tveimum 1,4-litra T-Jet (turbo) bensinmotorum við ávikavist 120 og 150 hk umframt einum 1,4 litra motori uttan turbo við 90 hk. Dieselútgávurnar eru tveir 1,9-litra M-Jet við ávikavist 120 og 150 hk.
Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, var ein 1,9 diesel (120 hk), sum kostar kr. 225.000. Fiat Bravo kann síggjast og roynast hjá Nordcar í Smiðjugerði og bíligasta útgávan kostar 168.000 krónur.
Fróði Løksagarð stóð fyri sendingini, og bilaummælarar vóru Óla Jákup Rólantsson frá Vikublaðnum, Rannvá í Stórustovu, bilentusiast, og Magnus Gunnarsson frá Sosialinum.
mg