Tað verður bíligari og skjótari at brúka breiðband frá Føroya Tele. Í gjár kunngjørdi dótturfelagið hjá Føroya Tele, FT Samskifti, nýggjar prísir fyri breiðband-internet, og felagið bæði lækkar prísirnar lægri og setir ferðina upp.
Prísirnir verða settir niður við 20 prosentum, men samstundis verður ferðin á internetinum tvífaldað. Umframt príslækkingina og skjótari ferð, fær minsta breiðbandshaldið nú 250 Mbyte ókeypis at taka niður, og miðlinga og størsta haldið verða ókeypis um náttina.
Breiðbandstænasturnar eru nú á slíkum støði, at øll kunnu vera við. Bíligir prísir og dupult so skjótt samband er nú ein veruleiki. Væntandi koma munandi fleiri kundar nú at taka av góðu tilboðunum, sigur Richard Mortensen, stjóri á FT Samskifti.
Hann heldur, at við broytingunum eru stórir fyrimunir, serliga fyri familjuna Føroyar,
sum kemur at merkja eitt betri og bíligari breiðband.
Nýtt felag
Tað var í juni mánaði í ár, at P/F FT Samskifti, sum er dótturfelag hjá Føroya Tele, varð stovnað. Hetta varð gjørt fyri at tryggja felagnum somu treytir og møguleikar sum aðrir veitarar á marknaðinum.
Richard Mortensen er stjóri í felagnum, og umleið 100 fólk starvast hjá felagnum.
Føroya Tele hevur annars í eitt ár ført breiðbandið hjá sær fram, og kundatalið er støðugt vaksið hetta árið. Nu ætlar FT Samskifti at fáa enn fleiri at rógva út á internetið.
Tey flestu kunnu eisini taka av, tí breiðbandið er nú útbreitt til 93 prosent av teimum bygdu økjunum í landinum.