Um góðan mánað verður høgligari at sigla á Havnina
Tórshavnar Havn arbeiðir í løtuni við at dýpa innsiglingina á Havnina við 65 metrum.
-Tá eitt ferðamannaskip liggur við molan, og eitt nú Norrøna skal leggja lat, gerst ofta trongligt at koma inn á Havnina. Eftir dýpingina verður innsiglingin breiðkað økt úr 105 metrum til 170 metrar, og tá verður lættari at leggja at, sigur Arnbjørn Christiansen verkfrøðingur
Fyri góðum tveimum árum síðan varð dýpt frá molanum út á boyuna, sum er fest føst miðskeiðis á Havnarvág. Ætlanin er nú at dýpa frá boyuni og inn á Viðanes.
Farið var undir arbeiðið mánadagin, og Arnbjørn Christiansen væntar, at at arbeiðið fer at taka góðar fýra vikur.