Breiðka vegin móti Studentaskúlanum

Tað hevur tosað um tað í mong ár, og nú er umsíðir líkt til at okkurt fer at henda á Sanatoriivegnum oman til Studentaskúlan í Hoydølum.

 Arbeiðið umfatar eina neyðuga dagføring og umlegging av hesum vegastrekkinum, umframt ætlanina at gera ein gonguteig framvið vegnum. Sunnanfyri skúlan skulu somuleiðis gerast fleiri pláss til bilar.
Ætlanin verður í hesum døgum fyrireikað, og gongst sum ætlað verður arbeiðið boðið út seinni í ár. Einki verður enn sagt um, hvussu nógv hetta fer at kosta.