Breið semja á Skála

Hugurin at leypa á var leingi lítil, og fyritreytirnar vóru ikki tær bestu til tað, tí báðir partar høvdu bara ein spælara heilt frammi


Tað er ikki so undarligt, um skálamenn og klaksvíkingar kanska eru eitt sindur troyttir av hvørjum øðrum. Sunnudagin hittust hesi bæði liðini fyri triðju ferð innan tíggju dagar.
                      Í hálvfinaluni í steypakappingini endaði KÍ omaná bæði á Skála og í Klaksvík. Sunnudagin sættaðust liðini við javnleik. Tað endaði 1-1, og tað var javnt mest sum alla tíðina.
                      Níggju minuttir undan leikloki legði Skála seg framum, og í yvirtíðini eydnaðist tað KÍ at javna.
                      Fyritreytirnar fyri stórhendingum frammanfyri málini vóru einki serligar. Bæði liðini høvdu í útgangsstøðuni eina rúgvu av fólki á miðvøllinum og bara ein í álopinum.
                      Hjá Skála vóru fleiri av føstu monnunum burtur. Alexandur Johansen spruttaði viðhvørt, tá ið hann setti ein og onkra ferðina tveir av, men fyri tað mesta var Jónhard Frederiksberg einsamallur í fremstu røð, og so vóru fyritreytirnar torførar ímóti Atla Danielsen, sum hevði landsliðsfelagan í stuttum tjóðri, og ímóti Jan Andreasen, sum hevur endurvunnið plássið í KÍ miðverjuni og spælir eins trygt, sum hann altíð hevur gjørt tað.
                      Hjá KÍ var hvørgin av útlendingunum, sum hava verið málsóknir, at síggja. Erling Fles, sum fyri stuttum aftur er farin at gera nógv við venjingina, var einsamallur heilt frammi. Kristoffur Jaocbsen og Hjalgrím Elttør royndu viðhvørt at draga inn úr borðunum, meðan Heðin á Lakjuni var vinstri vongverji og tóktist hava fingið boð um at hugsa meiri um verjupartin enn framrættaða spælið.
 
Mál og møguleikar
Í fyrra hálvleiki var ferðin ógvuliga lág. Tað tóktist sum um, at spælararnir mentalt longu vóru farnir í vetrarfrí. Flytingarnar vóru ikki so nógvar, og tað varð ikki investera nakað serligt í nærdystirnar.
Undan steðginum vóru so at siga ongar vandamiklar støður frammanfyri málunum hjá Vlada Filipovic og Meinhardti Joensen, sum báðir vóru sannførandi millum stólparnar.
Eftir hvíldina var ferðin størri, flytingarnar vóru fleiri, og royndirnar móti málinum skaptu spenning. KÍ hevði fleiri vandamiklar langskotsroyndir, og Skála hevði onkrar gjøgnumspælingar, sum vóru um reppið at bera mál við sær. Eitt nú tá ið Jónhard Frederiksberg kom inn frá vinstru, og Meinhardt Joensen bjargaði til horna.
Næst við var KÍ, tá ið Símun Joensen við høvdinum snittaði  hornasparksinnlegg úr høgru móti handara málhorninum, men Vlada Filipovic var sum ein køttur uppi í horninum og jústaði bóltin upp um málið.
Tíggju minuttir undan leikloki legði Skála seg framum, og hóast KÍ løtuna aftaná royndi at leggja trýst á og fleiri ferðir hevði nógv fólk í Skála brotsteiginum, so tóktist tað sum um, at málið, sum miðvallarin Levi Hanssen hevði skorað við fínum dúkkandi skoti úr 24 metrum og eitt vet til vinstru, skuldi verða tað einasta.
Men í evstu løtu svaraði KÍ aftur. Liðformaðurin, Heðin á Lakjuni, skoraði úr kanska tredivu metra fjarstøðu. Málið kom eftir at Skála málverjin hevði spælt bóltin út í høgra borð. Hann var ikki komin inn aftur á strikuna, tá ið Heðin fekk fatur á og við sera snildum dúkkandi skoti sendi upp um málverjan og í málið.
So var aftur javnleikur. KÍ tók ikki av, tá ið teir høvdu møguleikan at taka triðja plássið frá B36, sum teir seinni í heyst skulu spæla steypafinalu ímóti. Tað tóktist ikki at nerva klaksvíkingar nakað serligt. Skálamenn vóru sjálvandi vónbrotnir av, at tað ikki eydnaðist at halda tørn um sigurin, sum teir síðstu løtuna høvdu kós ímóti.
Men úrslitið mundi vera at liva við hjá báðum pørtum, og millum áskoðararnar var breið semja um, at hetta hevði ikki verið mest lívligi fótbóltsdysturin, sum teir høvdu verið eygnavitni til.