Breið semja um kappingarskránna

Kappingarstjórin hjá HSF, Jógvan Martin Mørk, sigur, at tað bert er venjarin hjá Kyndli, Geir Wardum, ið ikki kann taka undir við skránni fyri kappingina hjá kvinnum í ár.

Hondbóltur

Jógvan Martin Mørk sigur, at øll feløgini, burtursæð frá Kyndli, á eykaaðalfundi seinast í august mánað tóku undir við uppskotinum til kappingarskrá, og at Kyndla-venjarin ikki fekk stuðul frá nøkrum í sínum sjónarmiðum.

Líka fyri øll
Kappingarstjórin vísir á, at tað hevur verið vanligt í fleiri ár, at VB hevur spælt norðanfjørðs eitt vikuskifti, og at vágskvinnur hava spælt dag um dag, meðan tær hava verið norðanfjørðs. Við nýggju kappingarskránni spæla øll liðini av og á dag um dag, og tí kann sigast, at kappingin er líka fyri øll.
- Nýggja U23-kappingin tekur fleiri vikuskifti í heyst, og tí er neyðugt í fleiri førum at spæla dag um dag fyri at fáa tað at hanga saman. Vit kundu sjálvsagt havt lagt fleiri dystir mitt í viku, men tað var breið semja millum feløgini um heldur at spæla tveir dystir nøkur vikuskifti. Kjakast var um skránna á eykaaðlafundinum, men tað var bert venjarin hjá Kyndli, sum umboðaði havnarfelagið, ið ikki kundi taka undir við kappingarskránni, sigur Jógvan Martin Mørk.