Breið semja um skerjing

21 tinglimir atkvøddu fyri uppskotinum hjá landsstýrinum um at skerja fiskidagarnar í øllum bólkum við 5%. Øll umboðini hjá Tjóðveldi – uttan Heini O. Heinesen – vildu hava munandi størri skerjingar og atkvøddu tískil ímóti uppskoti landsstýrisins

Fiskidagar

 

Seint í gjár samtykti løgtingið endaliga uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, um fiskidagar og aðrar tillagingar í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Landsstýrismaðurin hevði skotið upp at minka um fiskidagarnar í øllum bólkum við 5% fyri fiskiárið 2009/2010. Við í uppskotinum vóru eisini ásetingar um økisfriðingar til tess at verja ungfisk móti trolveiði og ásetingar um størri meskavídd í hjáveiðiposanum hjá trolbátum á landleiðini. Aðrar ásetingar vóru at banna vinnuligari línuveiði innanfyri ein fjórðing úr landi og at línuskip, sum hava loyvi at royna inn á 6 fjórðingar úr landi, nú skulu út um 7,5 fjórðingar.

Ætlanin er, at ásetingarnar um at fáa vinnuliga línuveiði longur út til tess at verja ungfisk, skulu verða galdandi í eitt ár.

Uppskotið um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap hevur í seinastuni verið til viðgerðar í vinnunevnd løgtingsins.

Samgongulimirnir í vinnunevndini mæltu løgtinginum til at taka undir við hesi 5% skerjing – og í stórum at fylgja uppskoti landsstýrisins um nevndu ásetingar.

Hinvegin mælti umboð Tjóðveldisins til at skerja fiskidagarnar hjá línuflotanum við 50% og við 20% hjá partrolaraflotanum.

Umboð Sjálvstýrisfloksins í vinnunevndini mælti til, at fiskidagarnir í komandi fiskiári verða teir somu sum í verandi fiskiári.

 

Breið semja

Undir endaligu avkvøðugreiðsluni við triðju viðgerð í gjár tóku 21 tinglimir undir við at skerja fiskidagarnar við 5% umframt aðrar ásetingar, meðan 6 tinglimir, øll úr Tjóðveldi, atkvøddu ímóti. Einasti tinglimur úr Tjóðveldi, sum tók undir við skerjingini, ið Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur skotið upp, var Heini O. Heinesen.

Orsøkin til, at seks av umboðum Tjóðveldisins atkvøddu ímóti, var, at flokkurin bæði í uppskoti á løgtingi og í viðgerðini í vinnunevnd løgtingsins helt fast um nógv størri skerjingar av fiskidøgum, sum fiskifrøðiliga tilráðing eisini hevur mælt til.

Heini er enn einaferð maðurin, sum ”torir” at venda sær ímóti sínum egnu, ið annars eru vorðnir so ”modernaðir”, at teir vilja fylgja fiskifrøðiligu ráðgevingini hjá Havstovuni fult og heilt.

 

Aðrar ásetingar

Samtyktin í løgtinginum gevur eisini landsstýrismanninum heimild at koma við kunngerðum um økisfriðingar til verju av ungfiski og aðrar reguleringar við eitt nú meskastødd í hjáveiðiposanum hjá trolbátum á landleiðini.

Aftrat hesum kann landsstýrismaðurin við kunngerð banna vinnuligari línuveiði innanfyri ein fjórðing úr landi, eins og hann kann fremja nýggjar ásetingar um, at línuskip skulu longur út at seta.

Endamálið við hesum er at verja ungfisk, og kann landsstýrismaðurin gera hesar ásetingar galdandi í fyrstu syfti í eitt ár.

Aftrat uppskotu friðingunum fyri hjá landsstýrismanninum – ávikavist úr Mykinesi og Fugloyarbankanum, er í samtykta uppskotinum eisini talan um permanenta friðing av einum øki á Munkagrunninum.

Hesar friðingar hava til endamáls at verja smáupsa móti trolveiði.