Breivik aftur í rættinum

Hevur stevnt norska statin fyri brot á mannarættindi.

Í dag byrjaði rættarmálið har norski hópdrápsmaðurin maðurin Anders Behring Breivik hevur stevnt norska statinum fyri brot á evropeiska mannarættindasáttmálan.


Anders Behring Breivik vil vera við, at hansara umstøður í fongslinum, millum annað at hann er avbyrgdur frá øðrum fólkum, er greitt brot á mannarættindasáttmálan. Brotsmaðurin hevur sitið í fýra og eitt hálvt ár í avbyrging.


Tá hondjørnini vórðu tikin av hópdrápsmaðurin í rættinum í dag, heilsaði hann fólkunum í salinum við einum hevjaðum, útrættum armi. Ein heilsan, ið serfrøðingar tulka sum nasistiska.


At stórur áhugi er fyri rættarmálinum sæst við, at heili 55 tíðindafólk eru til staðar, harav fimtan teirra koma frá øðrum londum enn Norra.


Trygdin er í hásæti meðan rættarmálið gongur. Heldur enn at føra hann inn fyri ein rættarsal í Oslo, so hevur norski staturin umgjørt fimleikahøllina í fongslinum í Skien, har hann er innilæstur, um til eina fyribils rættarsal.


Anders Behring Breivik hevur longu boðað frá, at um hann tapir rættarmálið, so kærir hann avgerðina til Evropeiska mannarættindadómstólin í Strausburg.


77 fólk vórðu dripin í álopinum á Utøya og stjórnarbygningin í Oslo 22. juli 2011. Hópdrápsmaðurin varð dømdur eina fongsilsrevsing á 21 ár við møguleikanum at leingja hana.


Fýra dagar eru settir av til rættarmálið.