Ein týsk kvinna, sum var komin til Noregs at stuðla hópdrápsmannin Anders Behring Breivik, er send av landinum. Blaðið VG skrivar, at kvinnan royndi at koma sær inn í rættin í Oslo mánadagin, tá Breivik var til avhoyringar, men at hon bleiv steðgað.
-Eg kann vátta, at vit hava fingið eina útvísingaravgerð frá løgregluni í Oslo, og at vit bíløgdu eina ferð til eina týska kvinnu tann 17. apríl, sigur ein talsmaður fyri útlendingadeildina hjá løgregluni við blaðið.
Kunningarleiðarin hjá løgregluni í Oslo, Unni Grøndahl, sigur, at kvinnan royndi at sleppa inn í rættin mánadagin. Tá hon kom til Noregs, segði hon, at hon var unnusta hjá Breivik, og á fartelefonini hevði hon eina mynd av honum, sigur Unni Grønhahl við VG.
Tann týska kvinnan búði á einum hotalli í Oslo og ætlaði at steðga fjúrtan dagar.