Býrætturin í Oslo hevur í dag dømt norska statin fyri brot á mannarættindini hjá Anders Behring Breivik, norska hópdrápsmanninum.
Staturin er funnin sekur í brot á Evropeiska mannarættindasáttmálanum grein 3, ið staðfestur, at eingin má verða útsettur fyri píning ella fyri ómenniskjaligan ella niðrandi viðgerð ella straff.
Rætturin metir ikki, at umstøðurnar hjá hópdrápsmanninum í fongslinum eru nøktandi. Millum annað undrast rætturin yvir hørðu krøvini, tá fólk vitjan Anders Behring Breivik.
Breivik hevði eisini stevnt statin fyri brot á grein 8, ið staðfestir at øll hava rætt til virðing fyri privatlív, familjulív, heim og samskifti, men har gav dómstólurin honum ikki viðhald.
Rætturin hevur álagt norska statinum at rinda Anders Behring Breivik tær 331.000 krónurnar, ið hann hevur brúkt til rættarmálið.