Brek á høvuðsmotori á Smyrli

Brek er á einum av høvuðsmotorunum á Smyrli

Hetta hevur við sær, at Smyril siglir við niðursettari ferð. Tí eru seinkingar væntandi á leiðini um Suðuroyarfjørð.

 

Strandferðlan sigur soleiðis í dag á ssl.fo:

 

Møguligar seinkingar ella broytingar á leið 7.

 

Vegna brek á høvuðsmotori kunnu møguligar seinkingar ella broytingar væntast á leið 7 mikudag 21.februar.