Brek á gomlum kaðali

Hvalbingar og Sandvíkingar mistu streymin mánadagin. Tey bæði næstu árini verða ábøtur gjørdar, sum skuldi verðið ein munandi hjálp

Streymslit

Suðuroy: Tá ið hvalbingar og sandvíkingar vaknaðu mánamorgunin og skuldu gera seg til reiðar at fara til dagsins gerning, var bæði kalt og myrkt, tí tíðliga um morgunin var farin..
Manning frá SEV fó beinanvegin at kanna brekið. Tað var eisini skjótt, at teir funnu útav, at brek var á einum gomlum kaðali við gamla Skúla í Hvalba á linjuni, sum gongur til Sandvíkar.
Sostatt var Hvalba kobla til aftur, so at tey fingu streym aftur nakað fyri arbeiðstíð.
Men av tí, at brekið var á linjuni til Sandvíkar, fingu sandvíkingar ikki streymin aftur, fyrrenn á miðdegi mánadagin.
SEV riggaði ein motor til, sum veitir flakavirkinum í Hvalba og Sandvík streym ímeðan brekið varð umvælt og hann varð settur til á miðdegi.
Mathias Lassen, kaðal- og linjumeistari hjá SEV í Suðuroy, sigur, at allan mánadagin varð arbeitt við at grava upp og leggja útvið 100 metrar av kaðali av nýggjum á linjuni til Sandvíkar. Talan er um ein kaðal, sum er frá 1959.
Fyrrapartin í gjár væntaði hann, at arbeiðið varð liðugt seinnapartin í gjár.
Tá skuldi streymurin aftur takast í umleið ein hálvan tíma ímeðan kaðalin varð bundin í aftur.
Mathias Lassen sigur, at øll linjan ímillum Tvøroyri og Hvalba er eisini frá 1959 og tí er hon ikki álitandi longur.
Og í summar verður nýggjur kaðal lagdur ímillum Tvøroyri og Hvalba.
Ímillum Hvalba og Sandvík varð nýggjur tráður lagdur í 1992, men á sumri í 2005, verða teir pelarnir skiftir út og nýggjur tráður lagdur, tí hann er ov klænur, sigur hann.