Brek var í girinum hjá Navigator

Tað var eitt brek í girinum, sum gjørdi, at Atlantic Navigator mánakvøldið rendi á land á Kunoyarnesi Sjófrágreiðing um óhappið hjá Atlantic Nacvigator mánakvøldið var í Klaksvík fyrrapartin. Sambært Útvarpinum kom tað fram, at orsøkin til óhappið var, at girið setti seg fast.

Hetta er eitt brek, sum verksmiðjan veit um og hevur givið sínum kundum boð um, men sambært maskinstjóranum umborð á Atlantic Navigator vóru boðini ikki komin fram til teirra.

Tað, sum hendi var, at girið var læst fast í síðstu støðuni, tað var í, og tað vil siga fullari ferð fram. Tí fekk skipið fulla ferð í staðin fyri at bakka, veit Útvarpið at siga.

Endin var, at Navigator rendi á Kunoyarnes, men tað eydnaðist at fáa skipið av aftur í øllum góðum tríggjar tímar seinni. Skaðin á skipið var lítil, og roknað verður við, at Navigator fer aftur til fiskiskap síðst í hesi vikuni.