Brekaður politikkur!

Brekaður politikkur, er hetta nakað sum áhugi er fyri, ella nyttar nakað at arbeiða við málinum?

Tórhallur Áslaksson

valevni Tjóðveldisflokksins




Eg stilli upp til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu, tí eg vil gerða nakað við tann brekaða politikk, ið skal førast tey næstu fýra árini, minst.

Fyrst og fremst skulu atkomuviðurskiftini til byggningar leggjast í fasta legu, tvs. reglugerð fyri hvussu atkomuviðurskifti skulu verða, mugu gerast.

Gongubreytirnar skulu gerðast til tey gangandi, barnavognar og koyristólar, og ikki so bilarnar kunnu koyra lætt tvørturum.

Hesir vælsignaðu »oyggjarvegirnir« kundu verði gjørdir soleiðis, at eisini súkklubreytir vóru, har er jú massar av spillplássi. Eg kenni í skrivandi løtu ikki grundirnar fyri at ongar súkklubreytir eru í kommununi enn.

Allar skúlagøtur og gøtur í fríðøkjum skulu gerðast soleiðis, at ØLL kunnu brúka tær. Bæði við og uttan hjól, við og uttan sjón.

Hevur tú hesi somu ynskir so:

Set tín X við eitt av valevnunum á lista E, t.d meg!