samstarv
tíðindaskriv
Tað var eitt stórt framstig fyri føroysk rørðslutarnaði, tá nýggja Norrøna kom til landið. Norrøna er útgjørd við 6 serkømørum fyri rørðslutarnað, og hetta ger, at rørslutarnað hava eins góðar møguleikar at ferðast við Norrønu sum øll onnur. Øll 6 serkømør hava útsýni og hentleikar ið gera, at tey eru bólkað í dýrastu kamars kategori. Tessvegna kunnu rørðslutarnað, ið vegna teirra rørðslubrek einans hava møguleika at búleikast í serkømørunum, einans velja bestu og dýrastu kamars kategori.
Nú hava MBF og Smyril Line gjørt avtalu um at fólk, ið ikki hava møguleika fyri at búleikast á vanligu kømurunum, men hava fyri neyðini at brúka kømurini fyri rørslutarnað, fáa hesi fyri serprís. MBF og Smyril Line eru samd um týdningin av, at rørðslutarnað hava eins góðar møguleikar og øll onnur, og hett-ar umfatar eisini atgongd til ferðing. Tað er á hesum grundarlagi, at avtalan er gjørd.