Brenna brósthaldarar

Í Somalia hava islamistar bannað kvinnum at brúka brósthaldara, og tær, sum gera ímóti banninum, verða revsaðar. Tíðindastovurnar skriva, at í høvuðsstaðnum Mogadishu ganga vápnaðir menn í gøtunum og steðga kvinnum fyri at vita, um tær brúka brósthaldara.

Tær, sum hava tað ólgógliga plaggið, fáa boð um at lata seg úr tí, og síðani fáa tær nøkur koyrlasløg beinanvegin. Brósthaldarin verður brendur.

Sambært tíðindastovunum hava islamistarnir givið boð um, at Somalia skal stýrast eftir teimum harðastu sharia-lógunum.