Brennandi lokaluppgerð

Fyri bæði Skála er talan um ein sera týðandi dyst sunnudagin

Gøtumenn hava sjáldan havt tað somikið tungt í oddinum, sum teir hava havt tað í ár. Stórar skiftingar á liðnum ? umframt eina rúgvu av skaðum ? hava gjørt tað sera trupult at halda fast um oddastøðuna, sum liðið hevur havt seinnu árini, og líkt er tí til, at liðið í ár má smyrja seg við einum sessi í niðaru hálvu av stigatalvuni.
Onkur hevur enntá talað um vandan fyri niðurflyting, og hóast hesin tankin hjá mongum er óhugsandi, so er farið at tátta á stigatalvuni.
Tí er einki at ivast í, at trý stig skulu á kontina sunnudagin, so tann parturin av tosinum kann beinast burtur. Enn eru Símun Louis Jacobsen og Krzystof Popczynski skaddir, og ivasamt er, um Gidek verður førur fyri at spæla, men tað verða so í øllum førum ellivu stríðshugaðir leikarar, sum fara á vøllin sunnudagin. Og so man tað eisini styrkja um, at Leivur Hansen og Bartal Eliasen nú eru tøkir aftur eftir leikbann. Í verjupartinum var í øllum førum stórur saknur í teimum í dystinum móti HB.

At GÍ-verjan er styrkt, man ikki hóva Skála so øgiliga væl. Størsti trupulleikin hjá teimum hevur júst verið at skjóta mál, og tann trupulleikin skal loysast her og nú, um liðið skal vinna seg nakað uppeftir á talvuni. Ein sigur kann bera við sær, at munurin upp til nígjgunda plássið bert verður tvey stig, og so er alt meira ella minni opið aftur.
Seinnu umførini hevur Skála verið óvanliga hart plágað av leikbanninum, men teimum er so einki av hesaferð. Hinvegin røkist einki fyri, at Pauli G. Hansen ella Arnhold Berg verða tøkir, so nýtt fólk skal undir øllum umstøðum setast við.
Venjari hjá Skála er sum kunnugt Johan Nielsen, og tó at hann hevur traðkað nógv spor í Gøtu, so tykist tað ikki at nerva roynda venjaran.
- Tað er sum allir aðrir dystir. Vit skulu jú hitta øll liðini í deildini tvær ferðir, og um tað er GÍ ella nakað annað, er fyri sovítt líkamikið. Eg eri í starvi hjá Skála nú, og tað er tað, sum eg fyrihaldi meg til, sigur hann.