Nú er ikki nøkur formlig uppstilling gjørd í Sjálvstýrisflokkinum, men tá eg havi skrivað politiskar greinar seinastu tíðina, havi eg undirskrivað meg sum valevni Sjálvstýrisfloksins, og eg rokni eisini við, at eg verið á listanum til løgtingsvalið.
Eg eri ikki komin har til enn, at eg havi hug at sleppa politikki. Tað brennir framvegis inni í mær. Eg havi hug at verða við til at gera broytingar í samfelagnum.
Tað er eisini umráðandi, at kvinnur eru við til at mynda løgtingið og samfelagið annars. Eg eri kanska ikki altíð samd í, hvussu vit fáa fleiri kvinnur virknar, ella hvør orsøkin er til, at kvinnur ikki eru eins væl umboðaðar, sum menn eru. Kvinnur hugsa natúrliga meira um heimið um menn, og tær vilja ikki ordiliga sleppa tí partinum, hóast menninir eisini gera nógv heima. Og tá tú ert við í politikki, so skalt tú gera tær greitt, at tað kostar nógva tíð.