Avsanna ávaringarskot í Svartahavinum

Russar siga seg hava skotið ávaringarskot og slept bumbum, tí eitt bretskt herflotaskip var nær Krim-hálvoynni, men bretar avsanna hesi tíðindi.

Bretska herflotaskipið - HMS Defenderher - er í hesum døgum í Svartahavinum.

 

 

Bretska stjórnin avsannar, at russar hava latið ávaringarskot av móti bretska herflotaskipinum - HMS Defender - í Svartahavinum í dag.

 

Sambært russiska verjumálaráðnum kom bretska skipið inn í russiskt sjóøki, og at russar tískil skutu ávaringarskot og sleptu ávaringarbumbur.

 

Í dag hevur verið sagt, at eitt russiskt Su24-jagaraflogfar slepti fýra bumbum í havið nærindis bretska herflotaskipinum, HMS Defender.

 

HMS Defender var tá staddur nærindis Krim-hálvoynni, og russar skulu hava sagt, at skipið ikki svaraði aftur, tá tey settu seg í samband við skipið um radio.

 

Sambært Bloomberg broytti HMS Defender kós, eftir at russar høvdu gjørt vart við sína støðu. Men, í dag avsannar bretska stjórnin tað, sum russiskir myndugleikar siga.

 

Stórabretland sær ikki Krim-hálvoynna sum part av Russlandi, tí Russland tók hálvoynna frá Ukraina í 2014.

 

 

 

Bretska herflotaskipið - HMS Defenderher - er í hesum døgum í Svartahavinum.