Bretar framleiddu færri bilar í fjør enn í 1956

Tað er millum annað tørvur á mikrochip, sum sendir bretsku bilframleiðsluna niður á støði í 1956.

 

Bretski bilídnaðurin er nærmast sokkin saman, og talið av framleiddum bilum í fjør var á støði við 1956.

Afturgongdin er 10 prosent í mun til 2021, sum frammanundan var søguliga lágt. Tað skrivar BBC.

Felagsskapurin hjá bilframleiðarum, Society of Motor Manufacturers and Traders, SMMT, upplýsir, at Bretland í fjør framleiddi 757.014 bilar, sum er lægsta tal í 66 ár.

Í 2019 – árið fyri koronu – lá talið uppi á 1,3 milliónum bilum.

Bilframleiðararnir stýra fyri, at Bretland ikki hevur eina greiða ætlan fyri, hvussu tey aftur skulu gera landið kappingarført innan bilaframleiðslu.

Feløgini óttast, at Bretland tapir kappingina ímóti USA og ES, tá tað kemur til at bjóða ríkisstuðul og harvið draga til sín bilframleiðarar og verksmiðjur teirra.

Tað er serliga ein avgerandi partur av nýggjari amerikanskari lóg, The Inflation Redution Act, sum bjóðar fleiri milliardir dollarar í stuðuli til bilframleiðarar, sum vilja gera veitingarketur til framleiðslu av elektriskum bilum.

Tað verður roknað við, at ES fer at gera nakað tað sama fyri ikki at missa sín part av alheims framleiðsluni av elbilum. Tað fer at leggja trýst á framleiðsluna í Bretlandi í framtíðini.

Sambært SMMT var framleiðslan í fjør negativt ávirkað av, at Honda stongdi sína verksmiðju í Swindon í juli í 2021 og at Vauxhall Astra ikki hevur verið framleiddur í Ellesmere Port síðani í apríl í fjør.

Bretski elbilaídnaðurin er eisini raktur av, at battarí startup-felagið Britishvolt mátti snara lykilin í síðstu viku. Felagið hevði annars ætlanir um at byggja eina risastóra verksmiðju at gera battarí, men vantaði pengar.

Bretland hevur í dag bara eina battaríverksmiðju eftir. Tað er ein, sum kinesarar eiga og sum liggur nærindis verksmiðjuni hjá Nissan í Sunderland, skrivar BBC. Til samanbering hevur ES 35 battaríverksmiðjur annaðhvørt í rakstri ella í gerð.