Nú um dagarnar keypti virda listasavnið The National Gallery í London fyri fyrstu ferð eitt týðandi amerikanskt verk. Tað var málningurin “Men on the Docks”, sum George Bellows málaði í 1912. Hóast Bellows var amerikumaður fann hann íblástur í Europa hjá listarmonnum sum Manet og Goya.
Fjølmiðlar í Bretlandi vilja verða við, at málningurin hjá Bellows kostaði 137 milliónir krónur at keypa.
Málningurin er av einum flokki av arbeiðsmonnum, sum standa á bryggjuni í Brooklyn á einum køldum vetrardegi – hetta er tann seinasti málningurin í eini røð við hesum tema.
The National Gallery í London hevur ongantíð áður átt eitt amerikanskt stórverk, og sambært Nicholas Penny, sum kemst hetta ikki av bretskari arrogansu ella betrivitan.
The National Gallery hevur lagt sín keypspolitikk í samstarvi við savnið Tate Modern fyri at tey ikki skuldu kappast um prísir á somu verk.
Men nú kann eitt av stóru verkunum í amerikanskari lista so upplivast á savni í London.