Bretar senda herskip til Falklandsoyggjarnar

Bretska stjórnin kunngjørdi í dag, at hon hevur í hyggju at senda eitt av best útgjørdu herskipunum, sum bretski herflotin hevur, til Falklandsoyggjarnar. Stjórnin legði tó dent á, at avgerðin hevur ikki samband við, at bretar og argentinar aftur eru farnir at keglast um oyggjarnar.

Talsmaðurin hjá verjumálaráðnum í London sigur, at avgerðin um at senda skipið HMS Dauntless til Falklandsoyggjarnar varð tikin fyri rúmari tíð sínari. Sambært talsmanninum skal skipið loysa eitt annað herskip, HMS Montrose, av.

Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, legði í síðstu viku argentinar undir hjálandalyndi, nú teir aftur tosa um at fáa ræðisrætt yvir Falklandsoyggjunum. Argentinar hava svarað, at tað eru bretar, sum reka hjálandapolitikk.

Í 1982 var kríggj millum Argentina og Bretland um Falklandsoyggjarnar. Kríggið vardi 74 dagar og kostaði 649 argentinskum og 255 bretskum hermonnum lívið.