Bretar sinnaðir at tingast um Assange

Bretska stjórnin vil hava eina diplomatiska loysn á málinum um Wikileaks-stovnaran Julian Assange, sum hevur fjalt seg á ekvadorsku sendistovuni í London í meiri enn tveir mánaðir. Tað váttaði ein talsmaður fyri uttanríkisráðið í London í gjár.

-Vit ætla at taka upp samband við stjórnina í Ekvador um málið, segði talsmaðurin.

Bretski hægstírættur hevur gjørt av, at Assange skal flýggjast svenska ákæruvaldinum, sum vil sleppa at avhoyra hann í sambandi, at hann er skuldsettur fyri at hava neyðtikið tvær kvinnur í Svøríki. Men Assange vil ikki til Svøríkis, tí hann er bangin fyri, at sviar fara at senda hann til USA, har hann kann blíva ákærdur fyri at hava almannakunngjørt hernaðarlig loyndarmál.

Stjórnin í Ekvador hevur játtað Assange politiskt friðskjól har, og forsetin í Ekvador, Rafael Correa, sigur, at trætan við bretar kann loysast, nú bretska stjórnin hevur givið lyfti um, at myndugleikarnir fara ikki at taka seg inn á sendistovuna fyri at fáa fatur á Assange.