Bretar styðja Cameron

Tað er líkt til, at tey flestu í Bretlandi taka undir við avgerðini hjá David Cameron, forsætisráðharra at seta seg upp ímóti ætlanini hjá hinum ES-leiðarunum um ein nýggjan ES-sáttmála. Í hvussu er vísa meiningakanningar, at fyri fyrstu ferð í ár fær tann konservativi flokkurin størri undirtøku millum veljararnar enn Labour.

Ein kanning, sum tíðindastovan Reuters hevur gjørt, vísir, at tann konservativi flokkurin fær stuðul frá 41 prosentum av veljarunum, og at 39 prosent styðja Labour. Hjá teimum konservativu er talan um eina framgongd upp á sjey prosentstig, meðan Labour hevur mist tvey prosentstig. Teir liberalu demokratarnir missa eitt prosentstig og fáa 11 prosent.

Ein kanning hjá blaðnum The Independent gevur teimum báðum stóru flokkunum 38 prosent í part.