Í næsta mánaði fer Livar Nysted at rógva um Atlantshavið í opnum báti saman við trimum øðrum monnum. Ferðin skal ætlandi taka um 55 dagar. Tað er kalt á leiðini, teir rógva, og tí hevur Livar Nysted fingið sær føroysk undirklæði við á ferðina. Bretarnir, sum rógva saman við honum, hava roynt føroysku undirklæðini, og teir vilja allar hava hesi undirklæði við á ferðina. So út ruku Nike og hini, sum framleiða termo-undirklæði, og inn komu føroysku ullintu undirbuksirnar.
- Føroysku undirklæðini halda eisini hitanum, tá ið tey eru vát, og tí vilja teir eisini hava hesi undirklæðini, sigur Livar Nysted.
Hann hevur fingði Mariu Klein í Klaksvík at binda teimum føroysk undirklæði.