Bretar vitja Atlantsflog

Mikudagin kom ein tyrla hjá bretska felagnum Bristol Helicopters í Vágar. Ferðamenninir hava fundast við leiðsluna í Atlantsflogi

Leiðslan í Atlantsflogi hevur um dagarnar fundast við fólk, sum komu til Føroya við eini bretskari tyrlu mikudagin.

Hóast stjórin í Atlantsflogi, Magni Arge, ikki vil siga nakað um, hvat fundast hevur verið um, er ymiskt, sum bendir á, at talan er um eitt møguligt samstarv í frálandavinnu.

Tað einasta, Magni Arge vil siga, er, at samband hevur verið millum Atlantsflog og hesar menninar síðan 1996, og ein avkláring er nærri nú enn nakrantíð. Hann vil tó ikki siga, hvat tann avkláringin er, ella hvat tosað hevur verið um. Tó váttar hann, at menninir komu við eini tyrlu hjá Bristol Helicopters.

Fremmandamenninir fóru avstað aftur við flogfarinum hjá Atlantsflog til Aberdeen í gjárkvøldið.