Breti ætlar at finna 1,6 milliardir bitcoins á ruskplássi

James Howells hevur boðið býráðnum 25 prosent av bitcon-ogn, um hann finnur hana á ruskplássi

 

Ein breti hevur boðið myndugleikunum í Newport City Council í Wales 52,5 milliónir pund – umleið 431 milliónir krónur – fyri at sleppa á skattajakt í einum ruskplássi í býnum.

Her vónar maðurin – James Howells – at finna ein harðdisk við tí digitala gjaldoyranum birxoin, sum hann fyri fleiri árum síðani av misgáum kom at koyra í ruskílatið.

Á harðdiskinum vóru 7500 bitcoin, sum James Howells hevði keypt í 2009. Tá var bitcoin næstan einki vert.

Tá virðið á kryptogjaldoyranum fór at vaksa, fór hann at leita eftir harðdiskinum. Í tí sambandinum kom hann fram til, at hann av misgávum var komin til at tveita hann burtur einaferð millum juni og august í 2013.

Seinastu tíðina er virðið á bitcoin hækkað ógvusliga, og tær 7500 bitcoins hjá James Howells eru í dag sera nógv verdar.

Tí hevur hann heitt á myndugleikarnar í býnum í vón um at sleppa á jakt eftir hesum sera virðismikla harðdiski.

James Howells hevur soleiðis bjóðað býráðnum í Newport City 25 prosent av núverandi virðinum av teimum 7500 bilcoins, um tað eydnast honum at finna diskin.

– Eg havi boðið mær til at lata býnum 25 porsent ella 52,5 milliónir pund, sum kann býtast út til øll, sum búgva í Newport, um eg finni bitcoinirnar, sigur James Howells við CNN.

Kryptogjaldoyra bitcoin varð skapt í 2009 av einum ónevdum telduforritara ella bólki, sum kallaði seg Satoshi Nakamoto.

Í veruleikanum er bitcoin ein teldufílur, sum verður goymdur í eini »talgildari mappu« á einum harðdiski.

Tað kann brúkast sum gjald, og allar flytingar verða skrásettar á einum alment atkomuligum dátugrunni nevndur Blockchain.

Prísurin fyri eina bitcoin hevur seinastu dagarnar toppað á umleið 37.000 dollarum.

James Howells fann út av at diskurin var horvin, tá hansara bitcoin vóru verdar umleið níggju milliónir dollarar.

Grundað á núverandi valutakursin metir hann, at tær í dag eru verdar umleið 273 milliónir dollarar – umleið 1,6 milliardir krónur.

/ritzau/