Bretin á føroyska landsliðnum

ÍtróttarSosialurin: Kjakið um Nicholas, Tórður Thomsen fekk heilaskjálvta og Bogi Berg við DM-gullið

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, ber til at lesa samrøðu við málverjan hjá Neistanum, Nicholas Satchwell. Bretin, sum eisini hevur danskt pass, er úttikin til føroyska hondbóltslandsliðið. Tað hevur evlt til kjak, um útlendskir spælarar skulu kunna koma á føroyska landsliðið uttan ættarbod til Føroya.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

- Eg kann ikki gera við at eg eri føddur í London, men tað er ein stórur heiður, at umboða Føroyar, sigur Nicholas Satchwell. Les samrøðu við málverjan í blaðnum í dag.

 

Les eisini um Tórð Thomsen, málverjan hjá NSÍ, sum fekk heilaskjálvta í 3-2 sigrinum á B36. Dagsins dystur er B36-NSÍ, har tað eisini eru spælarametingar. Les eisini um hinar dystirnar í Betri-deildini hjá monnum, Betri deildini hjá kvinnum og 1.deild hjá monnum.

 

Les eisini samrøðu við Boga Berg, sum púra óvæntað stendur við eini DM-gullheiðursmerki í amboðsfimleiki. Í blaðnum í dag er eisini “Liðið hesa vikuna”, har fleiri spælarar úr NSÍ eru við. Klumman er um sjónvarpsstríðið millum feløgini og KVF.

 

Á síðu 3 svarar Árni Frederiksberg fimm spurningum, meðan ummælið er um kenda dokumentarin; Graham Taylor: The impossible Job.