Bretland hækkar rentuna og ávarar um harðari tíðir

Bank of England hevur framt størstu rentuhækkingina í 27 ár og sær fyri sær eina komandi búskaparlig afturgongd

 

Bretar mugu fyrireika seg upp á at skulu gjalda enn meira fyri millum annað mat og bensin komandi mánaðirnar, um vit skulu trúgva framskrivingini hjá Bank of England um inflatiónina. (Arkivfoto). - Foto: Tolga Akmen/Ritzau Scanpix

Bank of England hevur framt eina rentuhækking av leiðandi rentuni upp á 0,50 prosentstig, so hon úr er 1,75 prosent.

Tað er størsta rentuhækking í Bretlandi síðani 1995.

Rentuhækkingin varð væntandi og fylgir mynstrinum hjá øðrum miðbankum, teirra millum evropiskum og tí amerikanska.

Grundgevingin fyri hækkingina er eisini tann sama. Bretland er rakt av høgari inflatión, sum rentuhækkingini skal virka ímóti.

Nakað bendir tó á, at bretar kunnu vænta sær enn meira av slíkum slag. Tí Bank of England metir, at inflatiónin – sum sigur okkum, hvussu nógv prísirnir hækka í eitt ár – fer at koma upp í 13 prosent í oktober.

Samstundis metir miðbankin, at Bretland í fjórða ársfjórðingi í ár fer at uppliva afturgongd, har búskapurin fer at minka heldur enn vaksa.

Ein lítiil uggi fyri bretar kann tó vera, at inflatiónin eftir metan Bank og Englands aftur fer at fella eftir at vera upp á tað hægsta í oktober, og at búskaparliga afturgongdin bert fer at vera í eitt ár ella so, til bretski búskapurin aftur fer at vaksa.

Tað krevur tó framvegis at hildið verður fast, og at vilji er at seta onnur tiltøk í verk, sigur Andrew Bailey, sum er stjóri í Bank of England.

– At fáa inflatiónina niður á tvey prosent er tó fyrsta valið. Tað skal eingin ivi vera um tað.

– Allir møguleikar eru tó á borðinum til fundin hjá okkum í september, sigur hann eftir boðini um rentuhækkingina.

Vanliga styrkir ein rentuhækking gjaldoyra í landinum, men hesaferð er myndin øðrvísi.

Pundið er fallið eftir rentuhækkingina við 0,6 prosentum í mun til Evruna. Orsøkin er helst tann dapurskygda metingina av bretska búskapinum komandi árið.

/ritzau/

 

Bretar mugu fyrireika seg upp á at skulu gjalda enn meira fyri millum annað mat og bensin komandi mánaðirnar, um vit skulu trúgva framskrivingini hjá Bank of England um inflatiónina. (Arkivfoto). - Foto: Tolga Akmen/Ritzau Scanpix