Stórabretland útsetir upplating í nakrar vikur

- Eg haldi tað vera skilagott at bíða nakað enn, segði bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, á tíðindafundi i gjár.

Smittuspjaðingin í Stórabretlandi hevur verið í støðugum vøkstri síðan miðskeiðis í mai.

 

 

Ætlaða uppafturlatingin av Stórabretlandi, sum skuldi verða hin 21. juni, er nú útsett í næstan fýra vikur - ella til í seinasta lagi hin 19. juli. Tað sigur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson.

 

Avgerðin er tikin, sum avleiðing av øktari smittuspjaðing av sonevnda delta-frábrigdinum av koronuvirusi. Forsætisráðharrin segði á tíðindafundi í gjár, at mett verður leypandi um smittustøðuna í landinum.

 

Boris Johnson upplýsti, at talið av smittaðum í løtuni veksur við 64 prosentum um vikuna, og í harðast raktu økjunum tvífaldast smittutølini eftir einari viku.

 

Serfrøðingar í Stórabretlandi stúra tískil fyri at halda fast við ætlaðu uppafturlatingina hin 21. juni, og hildið verður, at hetta helst hevði elvt til enn størri smittuspjaðing, sum aftur hevði lagt trýst á heilsuverkið.

 

- Eg haldi tað vera skilagott at bíða nakað enn, segði bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, á tíðindafundinum í gjár.

 

Stórabretland er komið langt við koppseting, men landið er stórt, og tað eru framvegis mong, sum ikki hava fingið fulla koppseting.

 

Sambært BBC hevur Boris Johnson sum mál, at tveir triðingar av vaksna fólkinum í Sórabretlandi skulu verða liðugt koppsett innan 19. juli í ár.

 

Smittuspjaðingin hevur verið í støðugum vøkstri í landinum síðan miðskeiðis í mai og 90 prosent av øllum, sum nú gerast smittað við covid-19, verða smittað við delta-frábrigdinum.

 

Í Stórabretlandi hava tey higartil skrásett 128.000 deyðføll av - ella við - covid-19, og hetta svarar til, at 188 fólk eru deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

 

 

 

Smittuspjaðingin í Stórabretlandi hevur verið í støðugum vøkstri síðan miðskeiðis í mai.